Næmingur teknað jólakortið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur í dag verið á vitjan í Gulaskúla og takkað fyri myndina til jólakortið hjá ráðnum í 2024.

Tað er Krista Møller Heinadóttir, næmingur í Gulaskúla, ið hevur teknað vøkru myndina.

 

Landsstýrismaðurin fegnast um alt tað góða og áhugaverda virksemi, sum verður gjørt í Gulaskúla, og somuleiðis takkaði hann fyri hugnaligu løtuna og høvi at hitta  bæði næmingar og starvsfólk og ynskti øllum eini gleðilig jól.

 

##med2##