Nógv føroysk mál í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld

Sävehof vann tepran sigur, og Hallby tapti

Bæði føroyingaliðini vóru í leiki í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof tóku ímóti Skövde í Partille.

 

Dysturin endaði við teprum 32-31 sigri til Sävehof. Óli skoraði sigursmálið tá 28 sekund vóru eftir at leika. Í steðginum var Sävehof á odda 17-13. 

 

Óli var toppskjútti hjá Sävehof. Hann skoraði níggju mál, og legði upp til trý mál. Ísak skoraði eitt mál.

 

Sävehof er næstfremst í deildini við 17 stigum. Ystad er fremst við 21 stigum.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku ímóti Malmö í Jönköping.

 

Malmö vann dystin 32-28. Í steðginum var Malmö á odda 17-16.

 

Rói skoraði seks mál, og legði upp til eitt mál. Rói var toppskjútti hjá Hallby í kvøld.

 

Hallby er nummar níggju í deildini við 13 stigum.

 

Sostatt vóru 16 føroysk mál skotin í bestu svensku deildini í kvøld.