Nógvir ungdómar í Sandagerði í nátt

Og ein bilførari varð tikin fyri at koyra fullur

Um 17 tíðina í gjár tók løgreglan ein bilførara í miðstaðarøkinum. Tá hann varð kannaður fyri rúsdrekka, vísti tað seg, at hann hevði drukkið væl meira enn loyvt er. Hann varð tí handtikin, sendur á Landssjúkrahúsið at taka blóðroynd, skuldsettur, og síðani leyslatin aftur.

Í gjár var eisini síðsti skúladagur hjá 9. flokkunum, og tað merktiskt í býnum, tí tað er nærmast vorðin siðvenja, at tey ungu hittast í Sandagerði hetta kvøldið. Sambært løgregluni vóru eisini nógv komin av bygd.

– Men samarittarnir høvdu av sínum eintingum gjørt av at møta upp í Sandagerði. Og tá teir ringdu til okkum klokkan 4 søgdu teir, at nú pakkaðu tey saman og fóru til hús. Tá vóru nøkur fá tandur eftir, og alt hevði riggað væl uttan trupulleikar, alt spældi væl av, søgdu teir løgregluni.

Løgreglan fekk annars nakrar uppringingar um larm, ein fráboðan kom úr Hoyvík og ein úr Havn. Í báðum førum snúði tað seg um tónleik á málageipan, men tá løgreglan kom á staðið, so var friður.

Sum vaktleiðarin sigur, so er fólk ikki von við slíkan gang eina týsnátt, sum í hesum føri helst hevði okkurt við seinasta skúladag hjá níggjundu flokkunum at gera.