Sunnudagin klokkan 17 kann norska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum vinna EM fyri 10. ferð síðani 1998.
Og íslendski, Þórir Hergeirsson sum hevur verið norskur landsliðsvenjari síðani 2009, og sum gevst í starvinum aftaná EM-endaspælið endar við í ringasti føri EM-silvuri í seinasta endaspælinum. Þórir Hergeirsson hevur higartil vunnið 11 endaspælsgull við norska landsliðnum í EM, HM og OL-endaspølum.
Noreg vann greitt 30-22 á Ungarn í EM-hálvfinaluni í Wien í Eysturríki. Ungarn var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Noreg á odda 15-13.
Henny Reistad var toppskjútti hjá Noregi við sjey málum. Katrin Klujber var toppskjútti hjá Ungarn við fimm málum. 44 ára gamla, Katrine Lunde í norska málinum bjargaði 11 av 26 málroyndum, og gjørdi sítt.
Mótstøðuliðið hjá Noregi í EM-finaluni verður antin Frakland ella Danmark. Tær spæla hálvfinalu klokkan 19.30.
HER er samandrátturin hjá Eurohandball frá hálvfinalusigrinum hjá Noregi:
##med2##