Norska steypafinalan beinleiðis á NRK 1 frá klokkan 14.15

Liðið hjá Jóannesi Bjartalíð og Brandi H. Olsen, Fredrikstad spælir finalu móti Molde

Norska steypakappingin røkkur heilt aftur til 1902, og hon er høgt í metum millum norskar fótbóltsfjepparar, og tað er útselt til hvørja steypafinalu.

 

Seinnapartin klokkan 15 spælir liðið hjá Jóannesi Bjartalíð og Brandi H. Olsen, Fredrikstad steypafinalu móti Molde á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.

 

Molde vann steypakappingina bæði í fjør og fyrraárið. Søguliga er Fredrikstad tó betri fyri við 11 steypagullum, meðan Molde hevur seks steypagull.

 

Vit skulu tó aftur til 2006 fyri at finna tað seinasta steypagullið hjá Fredrikstad. 

 

Molde hevur eina pinkalítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.

 

Føroyskir fótbóltsfjepparar fáa møguleikan at fylgja við í dag. NRK 1, ið sæst á Televarpinum sendir beinleiðis frá klokkan 14.15.

 

Vinnur Fredrikstad vera teir saman við Rosenborg og gamla liðnum hjá Gilla R. Sørensen, Odd mest vinnandi liðið við 12 steypagullum.