NSÍ hevur eina risastóra favorittstøðu móti FC Suðuroy

Her eru oddsini upp á dystin FC Suðuroy-NSÍ

Seinnapartin klokkan 15 verður fimti og seinasti dysturin í 10. umfarinum í Betrideildini hjá monnum leiktur vesturi á Eiðinum í Vági, har FC Suðuroy tekur móti NSÍ.

 

FC Suðuroy er triðaftast í deildini við seks stigum. NSÍ er næstfremst við 27 stigum. 

 

17. apríl vann NSÍ 1-0 á FC Suðuroy við Løkin í Runavík.

 

NSÍ hevur eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Hægstu oddsini fyri útisigur til NSÍ eru so lág sum 1,06.

 

Oddsini upp á heimasigur til FC Suðuroy liggja millum 17,71 og 30,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##