Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin

LM-072/2024 : Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin.

 

Til Løgtingið. 

 

formannsskapurin í Løgtinginum 

 

og Fíggjarnevndina.

 

 

 

Løgmannsskrivstovan hevur - tilvitað - hvørki sent skrivliga tilfarið, ei heldur kort og myndir av tí linjuføring, sum Bjørn Anton Kleppestø, seniorverkætlanarleiðari hjá Norconsult fyri P/F Suðuroyartunnilin segði fyri mær í telefonsamrøðu tann 04.12.2023, var nógv tann besti leiðin at fara:

 

Byrging til Skúgvi, 8 km. tunnil millum Skúvoy og Stóra Dímun og 11 km. tunnil millum Stóra Dímun og Sandvík.

 

í Fylgiskjali 56: ”Ummælisviðgerð av innkomnum hoyringarskrivum”, skrivar Løgmannsskrivstovan á s.4:

 

”Jóannes í Dali hevur víst á uppskot, sum fevnir um at gera eina byrging til Skúvoyar, tunnil millum Skúvoy og Stóra Dímun og millum Stóra Dímun og Sandvík”.

 

Við ørðum orðum, so hevur Løgmannsskrivstovan viðgjørt hoyringsskriv mítt um eina linjuføring, sum nýtur Stóru Dímun sum lopfjøl (løgusteinur).

 

Men Løgmannsskrivstovan sendi onki av hesum tilfari til Fíggjarnevndina.

 

HVÍ DYLUR LØGMAÐUR - sum er "selvbestaltet" nevndarformaður í P/F Suðuroyartunnil -

 

NIÐURSTØÐUNA HJÁ FREMSTA RÁÐGEVARANUM Í NORCONSULT, SUM ER RÀGEVI HJÁ TUNNILSFELAGNUM.  

 

Frammanundan hevði eg – fleiri ferðir - biðið Løgmannsskrivstovuna um fund, har eg vildi vísa teimum verkætlanina, og hvussu hon skuldi gjøgnumførast, og greiddi í telefonsamrøðum Løgmannsskrivstovuni frá, hvussu avbera gott Bjørn Anton Kleppestø helt um hesa linjuføring, har m.a. trygdin var í hásæti, og byggitíðin stytt niður í minni enn eina helvt, í mun til tunnilslinjuna hjá P/F Suðuroyartunnil, har Løgmaður hevði sett seg sjálvan sum hægsta - og einaráðandi - nevndarformaður. 

 

Í einum øðrum hoyringsskrivi, vísti eg á hvussu ein nýggjur Landsvegur framvið bøgarðarnar í Trøðum til Eysturbygdirnar og til  byrgingin til Skúgvoy kundi gerast, soleiðs at Sandur/Trøðum verður órógvað sum minst.

 

Hetta hoyringsskrivið verður als ikki viðgjørt á Løgmannsskrivstovuni.

 

Á s.12 í Fylgiskjal 56: ”Ummælisviðgerð av innkomnum hoyringarskrivum”, stendur: 

 

”Jóannes í Dali vísir á, at  tað  er  átaluvert,  at  Tunnilsfelagið  einans  hevur  “elligamlar”  loysnir frá Landsverki at vísa á, og at felagið einans hevur arbeitt við ætlanini um eitt langt hol í uml. 2 ár”.

 

Við hesum skipi eg til, at tað sýnist ikki at Tunnilsfelagið sjálvt hevur kannað, um aðrar linjuføringar høvdu verið gjørligar, og at teir als ikki hava hugsað, at kanna onnur viðuskifti, so sum umhvørvi, loyvir frá bygdaráðum o.s.f.

 

Man hevði einans "kannað" hvar eitt hol kundi gerast, og so mátti restina laga seg eftir hesum ”holstaðseting”. 

 

Júst sum man gjørdi í ES tunnlunum og leyp Hestoyggina um 

 

Hóast Løgmannsskrivstovan nevnir verkætlan mín um Stóru Dímun og byrging, so innkallar Fíggjarnevndin meg ikki til hoyringar, hóast at linjuføringin, sum eg havi lagt fram, hevur verið umrødd á fundum í Løgmannsskrivstovuni.

 

Mannagongdin prógvar, at Fíggjarnevndin antin neyvt fylgir mannagongdin hjá Løgmannsskrivstovuni, ella eru tey ikki nóg nærlagdir, tá støða skal takast til, um hvussu 5 milliardir skulu nýtast.

 

Hetta vísur, at tað eru ikki teknikarnir sum vera spurdir, men at tað er ein sjálvkravdur og óbiðin nevndarformaður, og ein stjóri í einum almennum partafelagi, sum stýra - EINANS - eftur egnum heysi, uttan sjálvir at hava tey neyðugu førleikarnar, hvørki fakliga ella intellekt.

 

Hetta kann Løgtingið ikki lata sær linda.

 

Tann 04.12.2023 tosaði eg við Bjørn Anton Kleppestø, sum er seniorverkætlanarleiðari hjá Norconsult fyri P/F Suðuroyartunnilin (Tlf. +47 45 40 48 36).

 

Eg greiddi honum frá, at tað bar til at nýta Stóru Dímun sum lopfjøl.

 

Hann helt at Stóru Dimun lá ov langt til viks, at hattar var ikki ein møguleiki, og greiddi frá, at teir høvdu kannað møguleikan at gera ein 5 km. langa ventilatiónssmogu til Stóru Dímun.

 

Tí fór hann at hyggja eftir kortinum, og sá nú sjálvur, at hetta var ein gyltur møguleiki, aftaná at eg hevði greitt honum frá 700 m. longu og 40 m. breiðu helluna á eystursíðini á Stóru Dímun.

 

Og so høvdu vit eina longri samrøða, um hvussu hetta vildi loysa øll ivamál um trygd, og vildi samstundis gera verkætlanina bæði bíligari og skjótari lidna, umframt at bæði tyrlusamband og fergusamband til smáoyggjarnar kundi niðurleggjast.

 

Aðrar fyrimunir vóru m.a. at luft kundi blásast bæði upp og niður í tunnilin frá vestursíðini á Stóru Dímun, og at hallið fór einans at vera 3-4 %.

 

So hann bað meg – fleiri ferðir – venda meg til Teitur Samuelsen, tí Teitur var hansara klientur, og segði, at hann mátti ikki sjálvur koma við projektum, sum aðrir høvdu gjørt.

 

Eg segði honum, at eg hevði longu vent mær til Teitur, men hevði ikki hoyrt aftur frá Teitur.

 

Júst hetta vendi eg meg fleiri ferðir til Løgmannsskrivstovuna um, og eg bað eisini um fund at greiða teimum frá, og nú síggi eg at Løgmannsskrivstovan ikki hevur heft hesar tekningar og tilfar við í tí - og hvat fremsti rágevaranum hjá Tunnilsfelagnum hevði sagt - sum skuldi sendast til Fíggjarnevndina.

 

Og Fíggjarnevndin innkallar meg ikki til hoyringsfund og viðgerð ikki so frætt hoyringsskriv míni.

 

Tað kann ikki merkja annað, enn at tað eru hvørki tekniskar ella fíggjarligar orsøkir, sum eru atvoldin til ávíst val av staðseting av tunnilsportalum, men at Føroya Løgting nú er biðin at lóggeva fyri eina ávísa tunnilslinju, har fakkunnleikin hevur fingið múlaband, og uttan at tað seinni gerst neyðugt at taka hædd fyri nøkrum, hvørki umhvørvisatlit ella til fólkið á staðnum.

 

Hetta er at taka sær sjálvum magtfullkominheit.  

 

Sjá eisini:   https://www.facebook.com/jod.dali

 

Vinaliga

 

Jóannes í Dali 

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##