Tvey lið úr bólkinum hjá Føroyum spæla EM-finalu á Tórsvølli

Klokkan 18 spæla Niðurlond og Noreg U17 EM finalu

Mynd: FSF

Klokkan 18 í kvøld fer fram søgulig hending á Tórsvølli.

 

Fyri fyrstu ferð verður ein EM-finala í fótbólti leikt í Føroyum. Talan er um U17 EM-finaluna hjá kvinnum.

 

Tað eru tvey lið úr innleiðandi bólkinum hjá Føroyum, Niðurlond og Noreg, ið møtast í finaluni.

 

Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu Niðurlond 2-0 á Noregi á Tórsvølli. Niðurlond hava ikki tapt ein dyst í hesum endaspælinum.

 

Føroyar taptu 0-9 og 0-10 fyri Niðurlondum og Noregi í innleiðandi bólkinum.

 

Tær norsku hava tó ein eyka motivasjónsfaktor í dag. Tað er norskur tjóðardagur - 17. mai - í dag.

 

Føroyingar yvirhøvur eru norðurlendskt sinnaðir, og tí kann væntast, at Noreg fer at fáa størri stuðul á Tórsvølli í kvøld.

 

##med2##

 

 

 

Mynd: FSF