Nú er Michal Przybylski í Runavík

Framrættaði miðvallarin hevur fingið føroyskt pass og fer nú at spæla við NSÍ

NSÍ hevur aftur skrivað undir við spælara, sum síðsta kappingarár var á listanum hjá B36.

 

Fyri nøkrum døgum síðani vóru tíðindini úr Runavík, at NSÍ hevði skrivað undir sáttmála við Jann J. Benjaminsen.

 

Í kvøld eru tíðindini, at NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við Michal Przybylski.

 

NSÍ skrivar soleiðis:

 

Polski leikarin, ið júst hevur fingið føroyskt pass, hevur í kvøld skrivað undir ein eitt ára sáttmála við NSÍ. Michal lekti við NSÍ árini frá 2013 til 2015, áðrenn hann fyrst fór til B68 og síðani Skála. Í 2018 var Michal í Póllandi og leikti við Widzew Łódź, har hann slapp at royna seg sum fulltíðar leikari. B36 fekk hann heim aftur á klettarnar, og hevur hann síðani seinnu helvt av 2018 umboðað havnarfeløgini HB og B36.

 

Við í viðførinum til NSÍ hevur álopskendi miðvallarin sambært FaroeSoccer heilar 191 dystir og heili 55 mál í Betri deildini, skrivar NSÍ í kvøld.

 

Síðsta kappingarár var Michal Przybuylski nógv darvaður av skaðum. Hann var við í níggju landskappingardystum – seks ferðir varð hann skiftur inn og tvær ferðir varð hann skiftur inn – og hann var síðstu ferð á vøllinum 5. august, tá ið B36 á útivølli vann 4-0 ímóti EB/Streymi.