Við hátíðarløtuna við tunnilsmunnan hvannasundsmegin stutt fyri, at tunlarnir Norður um Fjall lótu upp, helt stjórin í Landsverki, Marjun Weihe Thomassen, fyri, at stóra mannamúgvan ber boð um, hvussu stóran týdning nýggju tunlarnir hava hetta í økinum.
- Hetta er ein samfelagslig íløga, sum er tiltrongd. 60 ára gomlu tunlarnir hava tænt fyri seg. Við nýggju tunlunum verður tað tryggari, lættari og skjótari at koma aftur og fram, og tað fer vónandi vit eisini at merkjast í gerandisdegnum og menningini av økinum sum heild.
Hon vísti á, at tunnilsverkætlanin hevur gingið væl, og hetta fegnast øll um.
- Ein serlig tøkk til Articon, sum hevur verið høvuðsarbeiðstakari á tunlunum. Eisini ein tøkk til El-service og tøkk til Landsbyggifelagið, sum hevur verið høvuðsráðgevi hjá Landsverki.
Marjun Weihe Thomassen segði, at tunnilsarbeiði er nakað serligt.
- Arbeiðsumstøðurnar eru til tíðir avbjóðandi, har tað kunnu uppstanda óvæntaðar og eisini vandamiklar støður. Tað eru tí ikki bert teknisku førleikarnir, sum bera slíka verkætlan trygt og væl á mál, men so sanniliga eisini greiðar arbeiðsgongdir og gott samstarv millum tey, sum eru partur av arbeiðnum.
Hon takkaði Articon og teimum, sum hava arbeitt í tunlunum fyri at hava tikið trygdina í størsta álvara. Hon takkaði eisini øllum teimum, sum hava arbeitt í tunlunum - at hesi hava ansa væl eftir hvørjum øðrum.
- Úrslitið er, at vit stórt sæð eru sloppin undan arbeiðsvanlukkum, meðan verkætlanin hevur verið í gongd.
Stjórin í Landsverki vísti á, at tað hevur verið eitt stórt ynski frá øllum pørtum at fáa tunlarnar lidnar til jóla, og tað hevur verið lagt ein nógv orka í at fáa hetta í lag.
- Týskvøldið var so ein sera væleydnað venjing í Árnafjarðartunlinum, og í gjár vórðu tunlarnir so góðkendir til almenna ferðslu. Vegna Landsverk vil eg takka tykkum øllum, sum vóru við í venjingini og til tykkum um hava tikið eitt eyka tak fyri at náa knøppu tíðarfreistini.
##med2##
Marjun Weihe Thomassen vísti á, at tá fremmandafólk spyrja, hvar tey skulu fara í Føroyum, plagi hon altíð at svara, at tað er so vakurt norðanfyri.
Hon segði, at næstu ferð fer hon at geva sama svar.
- Tí, nú verður tað bæði lættari og tryggari at koma fram. Men, eg fari eisini at biðja tey steðga á í Árnafirði. Ein vøkur bygd við umleið 64 íbúgvum, og sum nakað heilt serligt – sum helst er eitt altjóða eindømi - hevur Árnafjørður ikki minni enn fýra tunlar.
Eftir at Marjun Weihe Thomassen hevði hildið sína røðu, gav hon orðið til landsstýrismannin í samferðslumálum, Dennis Holm.
In.fo fer at venda aftur við ymiskum øðrum - og fleiri myndum - frá hátíðarhaldinum í dag.