Nú er skjóttgangandi tok millum Berlin og París

Nýtt skjóttgangandi toksamband millum París og Berlin varð tikið í nýtslu í dag.

Eitt skjóttgangandi tok fór á middegi í dag frá høvuðsstøðini í Berlin við París sum ferðamáli. - Mynd: Annegret Hilse/Reuters

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Hetta er fyrstu ferð, at tað hevur verið beinleiðis skjóttgangandi toksamband millum teir báðar evropeisku býirnar.

Í Fraklandi fara skjóttgangandi tokini á rutuni at koyra við upp til 320 kilometur um tíman.

Ferðin minkar, tá farið verður um markið til Týskland. Restina av leiðini til Berlin er hámarksferðin 250 kilometrar um tíman.

Ferðin tekur umleið átta tímar og er bara nakrar fáar minuttir skjótari enn núverandi skjótasta samband við tokskifti.

Tað er tó munandi skjótari enn einasta beinleiðis toksamband millum býirnar higartil. Talan er um náttartog, har ferðin varir umleið 14 tímar.

 

/Ritzau/

 

Eitt skjóttgangandi tok fór á middegi í dag frá høvuðsstøðini í Berlin við París sum ferðamáli. - Mynd: Annegret Hilse/Reuters