Tað var framúr kapping millum eldru dreingjabátarnar á vestanstevnu í Sandavági.
Og sammett við undanfarnu fimm kappingarnar, so var talan í dag um nýggjan vinnara. Geytin úr Eysturkommunu var fyrstur á mál, og hetta var fyrsti róður í dag, har ein bátur vann, sum ikki hevur vunnið fyrr í ár.
Geytin og Drekin og eisini Royndin Fríða, sum vann á Skálafjørðinum, vóru framvið, meðan tað tóktist vera eitt sindur meiri striltið hjá Fípuni Føgru, sum hevur roynst væl fyrr í summar, at blanda seg í kappingina um fremsta plássið.
Á málinum var Geytin rongina undan Drekanum, ið var skutin undan Royndini Fríðu, sum var rongina undan Fípuni Føgru.
Í FM kappingini er Drekin stórfavorittur. Tað eru fimm stig frá Drekanum og aftur til Geytan og Fípuna Føgru, sum hava 32 stig.
##med2##
úrslit/rsf.fo
##med3##