USA fer nú at lata enn meira hernaðarhjálp til Ukraina. Tað upplýsir amerikanska verjumálaráðið Pentagon í kvøld.
Sagt verður, at hjálpin hesaferð hevur eitt virði av 988 milliónum dollarum, sum svarar til slakar sjey milliardir í okkara peningi.
At Donald Trump vann amerikanska forsetavalið í heyst, hevur gjørt, at Biden-stjórnin hevur skrúvað upp fyri hjálpini til Ukraina.
Orsøkin er, at ógreiða er um amerikanska stuðulin til Ukraina eftir forsetaskiftið í USA.
Pentagon veit at siga, at í nýggja hjálparpakkanum eru eitt nú dronur, lóður til Himars-skipanina, stríðsvognar, eykalutir og onnur hernaðarakfør.