Tað skrivar Jyllands-Posten.
Miðal seinkingin hjá ferðafólkum, sum ferðast um Nuuk flogvøllin, er 3,5 ferðir størri enn miðal fyri restina av flogferðunum hjá Air Greenland.
Ein av orsøkunum til seinkingarnar er, at flogvøllurin í Nuuk er meira útsettur fyri vindi og veðri enn flogvøllurin í Kangerlussuaq.
Stjórin á flogvøllinum, Jacob Nitter Sørensen, vísir á, at nýggjar tøkniligar loysnir á flogvøllinum fara at gera tað møguligt at lenda eisini í sera ringum veðri.
Eitt annað, sum er við til at seinka, er sambært stjóranum, at starvsfólkini hava noyðst at lært nýggjar mannagongdir.
/Ritzau/