Óli og Ísak løgdu fyri við einum stórsigri

Sävehof skoraði 39 mál í fyrsta kappingardystinum hetta kappingarárið

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof spældu seinnapartin í dag fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið.

 

Talan var um ein útidyst í bólki 1 í svensku steypakappingini móti Lindesberg, ið spælir í triðbestu deildini. Farna kappingarár spældi Lindesberg í næstbestu deildini, men teir fluttu niður aftaná lokið kappingarár.

 

Lindesberg legði hart út og legði seg á odda 5-1, men Sävehof vaknaði so líðandi og var á odda 18-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki bygdi Sävehof upp á leiðsluna og vann at enda stórsigur 39-26.

 

Ísak Vedelsbøl skoraði tvey mál og fekk síni fyrstu kappingarmál fyri Sävehof. Óli skoraði eisini tvey mál, bæði upp á brotskøst.

 

Í sama bólki leiktu hini bæði liðini í bólkinum Varberg og Västerås javnleik 34-34, so Sävehof er einsamalt oddalið í bólki 1.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir Sävehof móti Varberg á útivølli. Varberg spælir í næstbestu deildini, so Óli, Ísak og liðfelagarnir í Sävehof vera aftur greiðir favorittar í hesum dystinum.