Óli skoraði heili 13 mál fyri Sävehof

Ísak Vedelsbøl kom eisini á máltalvuna í kvøld

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í høllini í Partille tók Sävehof móti Kristianstad. Sävehof vann dystin 33-29. Í steðginum var Kristianstad á odda 17-16.

 

Óli var flúgvandi í kvøld. Hann gjørdist stórskjútti og skoraði heili 13 mál. Harumframt legði Óli eisini upp til fýra mál. 

 

Óli var sjálvsagt valdur til dagsins leikara, og hann var langt tann mest effektivi leikarin hjá Sävehof.

 

Ísak skoraði eitt mál.

 

Sävehof er triðfremst í deildini við 15 stigum. Ystad er fremst í deildini við 19 stigum.

 

Komandi mánakvøld tekur Sävehof móti Skövde í høllini í Partille.