Týsdagin 17. desember tók danska Løgmálaráðið avgerð um ikki at ganga umsóknini úr Japan á møti um at útflýggja Paul Watson til rættarsókn í Japan.
– Paul Watson er ein altjóða brotsmaður. Men ikki hevur tað eydnast at reist ákæru móti honum og latið dóm fella, tí maðurin flýggjar undan rættarskipanum kring heimin, skrivar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Hann heldur, at tað at leyslata Paul Watson skalar rættarkensluna hjá teimum, sum hava kent avleiðingarnar av hansara framferðarhátti gjøgnum áratíggju.
– Føroyingar kenna alt til hansara framferðarhátt. Vit liva við honum hvønn dag. Og tað skuldi ikki ganga nógv meira enn eitt samdøgur frá at hann varð leyslatin, til hann kunngjørdi, at hann í næsta ár fer at gera seg inn á íslendska hvalaveiðu.
– Maðurin er altso leyslatin, hóast hann opið og erliga sigur ”Eg havi gjørt tað, eg geri tað, og eg fari at gera tað umaftur”.
– At Paul Watson ikki skal standa til svars fyri sínar gerðir, er fyri mær óskiljandi, sigur føroyski ráðharrin í lógarmálum.