OYL 23: Kurvabóltskvinnurnar skrivaðu aftur søgu - vunnu á Jersey

Føroysku kurvabóltskvinnurnar vóru við fyri at læra, og hava longu lært at vinna

Aftaná tvey heiðurlig avrik við góðum verjuspæli móti sterkari mótstøðu, Oyggin Man og Guernsey hevur føroyska kvinnulandsliðið í kurvabólti leikt tveir dystir móti Jersey um fimta plássið.

 

Ígjár iðraðu føroysku kvinnurnar seg um, at tær aftaná tær ofta høvdu verið á odda taptu tepurt 36-38 fyri Jersey.

 

Í dag syrgdu tær aftur fyri stórari søguskriving við at vinna seinna dystin um fimta plássið móti Jersey. 

 

Føroyar vunnu ein flottan 43-39 sigur á Jersey, og harvið gjørdist talan um ein samlaðan 79-77 sigur til Føroyar, ið harvið sluppu undan aftasta plássinum í kurvabóltskappingini.

 

Tær føroysku kvinnurnar vóru við fyri at læra. Nú hava tær longu lært at vinna, og hava skriva søgu tvær ferðir. Fyrst við at spæla fyrsta dystin nakrantíð farna mánamorgun, og í dag við at vinna fyrsta dystin nakrantíð.

 

Soleiðis skrivar facebookvangin hjá Kurvabóltssambandi Føroya: - KVINNURNAR VUNNU!!! Heilt, heilt fantastiskt. Kvinnurnar hava júst nú vunnið 43-39 móti Jersey. Hetta er altso ikki til at skilja. Hjartaliga til lukku til tykkum øll.

 

Tað verður spennandi at fylgja føroysku kurvabóltskvinnunum framyvir.