Danska løgmálaráðið gjørdi í dag av ikki at útflýggja Paul Watson til Japan. Nú vil hann heim at síggja børnini aftur
Hvalastríðsmaðurin Paul Watson hevði ongar frænir av, at hann í dag fór at vakna við tíðindum um, at hann ikki fór at verða útflýggjaður til Japan.
Seinnapartin í dag segði hann við danska TV 2 News umvegis videosamband úr Nuuk, at hann er lættur.
– Eg eri rættiliga lættur. Eg havi ikki sæð børn míni síðani í juni, sigur hann og nevnir børnini fleiri ferðir gjøgnum alla samrøðuna:
– Mín einasta veruliga stúran var, at eg ikki havi sæð børn míni síðani í juni, og at eg sakni tey. Men onkuntíð mást tú í fongsul fyri at fáa títt mál fram.
##med2##
##med3##
Í morgun klokkan 7:46 varð hann leyslatin í Grønlandi, har hann hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 21. juli.
Boð vóru úr Japan um at fáa hann útflýggjaðan, men týsdagin boðaði Løgmálaráðið frá, at tað ikki hevði funnið grundarlag fyri at ganga áheitanini á møti.
– Eg hevði onga hóming av tí. Tú fyrireikar teg til tað ringasta og vónar tað besta, sigur hann við TV 2 News.
Japan hevur ynskt hann útflýggjaðan og ákærdan fyri eina hending í Antarktis í 2010.
Her hjálpti Watson sambært japansku myndugleikunum til at skaða eitt hvalaveiðuskip og forðaði eisini japanskum hvalaveiðumonnum í at gera sítt arbeiði.
##med4##
##med5##
##med6##
Ein av manningini fekk skaða, stendur í fráboðanini.
Paul Watson noktar seg sekan.
- Um eg varð sendur til Japan, so var eg ongantíð komin heim aftur. Tað eri eg rættiliga vísur í, sigur Paul Watson í samrøðuni við TV 2 News.
Enn dugir aktivisturin ikki at svara, um hann fer at søkja um endurgjald fyri tíðina, hann hevur sitið varðhaldsfongslaður í Grønlandi.
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
/Ritzau/