Paul Watson verður ikki útflýggjaður til Japan

Paul Watson er leyslatin úr fongslinum í Nuuk og sleppur heim aftur til familjuna í Fraklandi í næstum.

Umhvørvisaktivisturin Paul Watson verður ikki útflýggjaður til Japan. Hetta hevur danska løgmálaráðið avgjørt, sigur verji hansara, Julie Stage, við Ritzau.

 

Sambært Julie Stage verður Watson nú leyslatin úr fongslinum í Grønlandi og kann ferðast heim til Fraklands.

 

Paul Watson varð handtikin í Nuuk í Grønlandi, tá hann kom har við skipi sínum John Paul Dejoria tann 21. juli í summar. Hann hevur soleiðis sitið fongslaður í Nuuk í Grønlandi í nærum fimm mánaðir.