Pávin krevur fongslaðar journalistar leysar

Leo XIV pávi krevur nú fongslaðar journalistar leysar, sum hava verið fongslaðir fyri at "søkja sannleikan."

 

Leo XIV pápi hitti fyri fyrstu ferð fjølmiðlar í dag Mynd: Simone Risoluti/Reuters/Ritzau Scanpix

- Latið okkum avvápna orð.

 

Soleiðis var boðskapurin frá pávanum í dag, tá hann hitti heimspressuna á sínum fyrsta tíðindafundi sum leiðari fyri katólsku kirkjuna.

 

Pávin nevndi ikki nøvn á ávísum journalistum, sum skuldu latast leysir.

 

Fjølmiðlarnir skulu eisini ganga á odda fyri at økja um tilvitanina um órættvísi og fátækradømi í heiminum, segði hann.

 

Á sama tíðindafundi nevndi hann avbjóðingar við vitlíki.

 

Leo pávi varð seinasta hósdag valdur sum eftirmaður Frans páva, sum andaðist 21. apríl 88 ára gamal.

 

Nýggi pávin kemur úr USA.

 

/Ritzau/

 

Leo XIV pápi hitti fyri fyrstu ferð fjølmiðlar í dag Mynd: Simone Risoluti/Reuters/Ritzau Scanpix