Rættar avgerðir

Øll orsøk er at fegnast um at rættar avgerðir verða tiknar í politisku skipan okkara.

Ein slík avgerð var tá ein tvørpolitisk semja herfyri var gjørd um at tað skal bera til at koyra frá Viðareiði tll Sumbiar. 

 

Næsta gleðiliga avgerðin var at sandoyingar samfeldir mótmæltu tí vegaloysn, sum uppskot er um.

 

Tað ber nevniliga ikki til at fara undir eina so stóra verkætlan uttan frammanundan at hava eina hugskotskapping um eina vegaloysn, sum sandoyingar taka undir við.

 

Zakarias Wang