Føroya landsstýri noktar framhaldandi miðlafólki at savna seg í eitt fakfelag, sum hevur samráðingarrættin fyri miðlafólk í okkara almenna public service stovni, Kringvarp Føroya.
Hin 22. mai í ár boðaði Føroysk Miðlafólk frá í skrivi til Fíggjarmálaráðið, at felagið vildi hava samráðingarrættin fyri limir okkara í Kringvarpinum, tá verandi sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið fór úr gildi 1. oktober 2024.
Drúgvar samráðingar, fyrst við Lønardeildina undir Fíggjarmálaráðnum og síðani við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, endaðu úrslitaleysar. Hamarin fall, tá semingsuppskotið millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið varð undirskrivað, fríggjadagin 8. november. Enn einaferð avgjørdi landsstýrið, at miðlafólk í Føroyum skulu trýstast inn í ein sáttmála, sum vit ikki eru partur av og onga ávirkan hava á.
Les eisini: Støtteerklæring til færøske journalister og fotografer
Føroysk Miðlafólk er gamalt fakfelag, stovnað sum Føroya Blaðmannafelag 13. mai í 1952, og hevur øll árini havt sáttmálan fyri miðlafólk á privata arbeiðsmarknaðinum. Men meðan øll Norðurlond langt síðani hava viðurkent, at fakfeløgini fyri miðlafólk í teirra londum hava ein sjálvsagdan rætt at samráðast um sáttmála fyri miðlafólk í teirra almennu public service stovnum, so er støðan framvegis ein onnur í Føroyum.
Ódemokratisk valdsnýtsla
Í Føroyum hava yrkisbólkar rætt til egnan sáttmála. Ein skjót gjøgnumgongd á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum vísir at ráðið hevur sáttmála við umleið 30 ymisk fakfeløg, viðhvørt fleiri sáttmálar við sama felag. Tað er ilt at ímynda sær, at landsstýrið hevði noktað lærarum, námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, búskaparfrøðingum ella maskinmeistarum at skipa seg sum yrkisbólk við egnum sáttmála.
Eisini hevur Lønardeildin undir Fíggjarmálaráðnum í eftirhondini nógv ár góðkent aðrar sáttmálar á sáttmálaøkinum inni í Kringvarpinum, har sáttmálin hjá Starvsfelagnum annars er galdandi. Øll leiðslan og deildarleiðarar, umframt húsavørðurin og reingerðarfólk í Kringvarpinum, verða lønt eftir øðrum sáttmálum enn tí hjá Starvsfelagnum.
Í svari til Føroysk Miðlafólk, dagfest 21. august 2024, skrivar Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, millum annað soleiðis:
“Fíggjarmálaráðið viðurkennir vanliga ikki samráðingarrættin hjá einum nýggjum fakfelag, sum ynskir at gera eina sáttmála á einum øki, har ein sáttmáli longu er galdandi.”
Tá málið kom til skarpskeringar, smáar tríggjar mánaðir seinni, vísti tað seg at hugburðurin røkkur heilt upp til Føroya landsstýri.
Argumentið er bæði ósakligt og ódemokratiskt. Og tað er harumframt ein sera ódámlig valdsnýtsla av landsstýrinum at stavnsbinda øll miðlafólk í okkara almenna public service stovni í einum fakfelag, sum ikki er fyri tey. Tað veri seg journalistar, fotografar, miðlatøkningar og grafikarar. Stórur partur av miðlafólkunum í Kringvarpinum eru limir í fakfelagnum Føroysk Miðlafólk, júst av teirri orsøk, at tey ikki kenna seg heima í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Føroysk Miðlafólk umboða eitt serstakt yrki, og eigur felagið sjálvsagt rættin at samráðast vegna limirnar. Tað er kjarnin í fakfelagsfrælsinum – kjarnin í rættinum at skipa seg í fakfelag, umboðandi sítt yrki. Tí hvussu skal eitt fakfelag verja áhugamálini hjá limunum, tá landsstýrið noktar fakfelagnum at samráðast um egnan sáttmála?
Avgerðin hjá landsstýrinum kann illa tulkast øðrvísi enn at landsstýrið noktar miðlafólki í Føroyum at skipa seg sum yrkisbólk við egnum sáttmála. Avgerðin er tí at meta sum eitt grovt álop á fjølmiðlarnar.
Norðurlendskt krav
Felags fyri øll Norðurlond er, at londini hava ein sterkan, almennan public service stovn. Felags fyri øll Norðurlond er eisini, at tey viðurkenna rættin hjá miðlafólki at skipa seg í egið fakfelag við rættinum at samráðast um egnan sáttmála – eisini fyri tey, sum starvast í almenna public service stovninum. Tað er ein sjálvsagdur rættur í øllum Norðurlondum. Men ikki í Føroyum.
Støðan í Føroyum verður tikin í størsta álvara í norðurlendsku fakfeløgunum fyri miðlafólk. Tað kemur greitt til sjóndar í felags yvirlýsing úr Íslandi, Danmark, Norra, Svøríki og Finnlandi, dagfest 25. november 2024.
Í felags yvirlýsingini stendur millum annað at “Det er dybt udemokratisk og et angreb på den frie presse at fastholde journalister og andre mediefolk på landets klart største mediearbejdsplads i en fagforening for offentligt ansatte.”
Tey fimm fakfeløgini staðfesta, at við avgerðini noktar landsstýrið í veruleikanum miðlafólki í Føroyum at skipa seg fakliga. Og tað kann á ongan hátt góðtakast, siga feløgini.
Føroysk Miðlafólk hava í nógv ár verið partur av norðurlendska fakfelagssamstarvinum, Nordisk Journalistforbund. Føroysk Miðlafólk fær dyggan stuðul frá norðurlendsku fakfeløgunum í okkara stríði, sum hini fakfeløgini hava vunnið fyri nógvum árum síðani. Tað gevur orku og styrki til at halda fram.
Føroysk Miðlafólk heita staðiliga á Føroya landsstýri um at viðurkenna rættin hjá miðlafólkum í Føroyum at skipa seg sum eitt yrki við samráðingarrætti fyri landsins størsta fjølmiðil, almenna Kringvarp Føroya. Landsstýrið sigur í samgonguskjalinum at “miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast.” Lyftið verður trupult at halda, um landsstýrið ikki viðurkennir rættin hjá miðlafólki at skipa seg.
Tórshavn 27. november 2024
Føroysk Miðlafólk