Rakstrarstuðul til Eystur- og Sandoyartunlar heldur fram

Landið heldur fram við at stuðla Eystur- og Sandoyartunlum fíggjarliga

Tað sæst í tilfarinum sum fíggjarnevnd Løgtingsins arbeiðir við í sambandi við fíggjarlógina fyri komandi ár.

Fíggjarnevndin spyr, um rakstrarstuðulin til P/F Eystur- og sandoyartunlar heldur fram ella kann væntast at verða avtikin, tá útreiðslur ikki longur verða fyri landskassan av ferðsluveðhaldinum. Løgmansskrivstovan svarar, at játtan frá landskassanum til P/F ES-tunlar hava verið partapeningur, ferðsluveðhald, ferðslustuðul á 7 mió. kr. árliga fyri at tunnilsfelagið kundi lækka prísirnar, umframt rakstrarstuðulin á 10 mió. kr. árliga frá tí at landskassin spardi útreiðslurnar til sigling millum Skopun og Gomlurætt.

– Í løtuni eru ongar ætlanir um at broyta rakstrarstuðulin ella ferðslustuðulin til ES-tunlar. Um politiskt ynski verður um tað, verður tað tikið upp, tá hetta kann gerast aktuelt, í fyrsta lagi eftir at raksturin hjá felagnum byrjar at geva avlop, skrivar Løgmansskrivstovan til fíggjarnevndina.

 

##med2##

##med3##