Fyri fyrstu ferð síðani 1988, tá Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt, skal føroyska manslandsliðið møta Armenia, skrivar Fótbóltssambandið. Í kvøld klokkan 19:45 fer A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, nú triðja og fjórða umfar í UEFA Nations League 2024-2025 er á skránni í dag og sunnudagin. Og fyri fyrstu ferð, síðani Føroyar gjørdust limir í FIFA og UEFA, skulu Føroyar møta Armenia í A-landsliðshøpi hjá monnum.
Av teimum 55 londunum, ið eru partur av evropeisku fótbóltssamgonguni, hava Føroyar spælt ímóti 48 londum, umframt Jugoslavia og Kekkoslovakia, sum ikki eru til meira.
Dagsins mótstøðuland er í løtuni nummar 96 á styrkislistanum hjá FIFA, men skrúva vit tíðina tíggjur ár aftur, til 2014, var armenska landsliðið styrkismett sum nummar 30 í heiminum. Aftaná dystin í kvøld eru síðani fimm lond eftir í Evropa, ið Føroyar ikki hava møtt. Tey eru England, Kroatia, Bulgaria, Hvítarussland og Montenegro.
Seinni UEFA Nations League dysturin í hesum umfarinum verður á Tórsvølli sunnudagin, tá Lettland kemur á vitjan.
# | Lið | D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Norðurmakedónia | 2 | 1 | 1 | 0 | 3 | 1 | 2 | 4 | |
2 | Armenia | 2 | 1 | 0 | 1 | 4 | 3 | 1 | 3 | |
3 | Lettland | 2 | 1 | 0 | 1 | 2 | 4 | -2 | 3 | |
4 | Føroyar | 2 | 0 | 1 | 1 | 1 | 2 | -1 | 1 |