Fyrsti parturin av svensku steypakappingini í hondbólti er skipað sum eitt bólkaspæl við átta bólkum við fýra liðum.
Bólkaspælið er góð upphiting til kappingarnar í teimum fremstu hondbóltsdeildunum.
Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki vinna seg víðari til áttandapartsfinalurnar í steypakappingini.
Í dag vunnu Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby, ið spælir í bestu svensku deildini stórsigur 49-28 yvir Boden, ið spælir í triðbestu deildini. Í steðginum var Hallby á odda 25-17.
Rói gjørdist við seks málum saman við Charles Hugoson triðbesti málskjúttin hjá Hallby í dag. Robert Ladan var toppskjútti við 10 málum, og Pavle Karacic skoraði sjey mál.
Komandi mikukvøld klokkan 19.15 spælir Hallby dyst á útivølli móti Tyresö, ið spælir í næstbestu deildini, so tá verður mótstøðan nakað størri enn hon var í dag.
Fjórða liðið í bólki 5 er Hammarby, ið spælir í bestu deildini. Hallby spælir móti Hammarby á útivølli komandi leygardag klokkan 16.
Í morgin klokkan 15 spæla Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof móti Lindesberg úr triðbestu deildini á útivølli í bólki 1.
Hini liðini í bólki 1 eru Västerås Irsta og Varberg úr næstbestu deildini.