Ronaldo vil hava Pepe til Al-Nassr

Cristiano Ronaldo vil ógvuliga gjarna hava 39 ára gamla Pepe til Saudiarabia

Teir hava spælt 130 landsdystir saman á portugisiska landsliðnum, Cristiano Ronaldo og Pepe. 

 

Teir spældu saman átta kappingarár í Real Madrid, har teir vunnu alt tað sum er vert at vinna.

 

Nú hevur Cristiano Ronaldo borið fram ynski um, at hann og Pepe kunnu sameinast aftur í Al-Nassr.

 

Spanski ítróttarmiðilin, Marca skrivar, at Ronaldo fer at gera sítt til, at skjótt 40 ára gamla verjukempan, ið spælir í FC Porto nú eisini kemur til Saudiarabia at spæla við Al-Nassr. 

 

Undir HM-endaspælinum í Katar vísti Pepe, at tað framvegis eru knotur í honum, og hann eigur nøkur ár aftrat á fótbóltsvøllinum.