Tvey russisk bumbuflogfør vórðu sædd í loftrúminum nærhendis svensku oynna Gotland í Eystrasalti í dag.
Tað boðar svenska verjumálaráðið frá í tíðindaskrivi seinnapartin.
Tey bæði bumbuflogførini vóru av slagnum Tu-22 Backfire. Tey vóru fylgdir av tveimum russiskum Su-27 jagaraflogførum, skrivar svenska verjumálaráðið.
Tað er ikki greitt, hví tey fýra russisku flogførini vóru í økinum.
Um middagsleitið komu tey tætt við svenska markið við Gotland, skrivar svenska miðilin Aftonbladet.
Sum svar vórðu tvey svensk jagaraflogfør send í luftina. Tað sigur Dennis Hedström, flogstabsleiðari hjá svenska flogverjuni.
- Vit fóru har fyri at vísa, at vit eru til, og at tey ikki skulu royna nakað, sigur hann við Aftonbladet.
Tað kemur javnan fyri, at russisk flogfør eru í loftrúminum yvir Eystrasalti.
Sambært Aftonbladet hendir hetta vikuliga.
Tað er ikki hvørja ferð, at Svøríki velur at senda flogfør á veingirnar at vísa seg fyri russum.
Men í dag varð avgjørt at senda tvey flogfør í luftina.
- Vit halda væl eyga við, nær og hvussu tey velja at flúgva. Vit føldu í dag, at teir fóru at nærkast okkum, sum fekk okkum at reagera, sigur Dennis Hedstöm.
Finsk og niðurlendsk NATO-flogfør luttóku eisini í átakinum í dag, hevur svenska verjumálaráðið upplýst.
- Vit hava havt drúgvt samstarv við finsku felagar okkara, og nú vit eru vorðin partur av NATO, hevur hjálp eisini verið frá øðrum pørtum av NATO.
Russisku flogførini vóru verandi í altjóða loftrúminum alla tíðina.
Tu-22 bumbuflogfarið varð ment av flog- og verjufyritøkuni Tupolev í táverandi Sovjetsamveldinum.
Flogførini vórðu framleidd fram til 1990-árini. Fleiri teirra eru framvegis í virknari tænastu í dag í russiska flogverjuni.
/Ritzau/