Tíðliga í morgun komu boð um eina spreinging í einum íbúðarbygningi í Rjazanskij Prospekt í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
Reuters veit at siga, at í minsta lagi tvey fólk eru deyð í spreingingini, og Reuters endurgevur russisku tíðindastovuna, Tass.
Sum skilst, er ógreiða í løtuni um, hvørt russiski generalurin, Igor Kirillov, er deyður í spreingingini, vita miðlarnir at siga í morgun.
Statsrikna russiska tíðindastovan, Ria, veit í morgun at siga, at kanningar eru settar í verk av tí, sum er hent í nátt.
- Kanningarfólk og rættarlæknar arbeiða á staðnum, har spreingingin hevur verið, veit tíðindastovan Tass at siga í morgun.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/igor-kirillov-stod-a-odda-fyri-russisku-kjarnorkuni
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/ukraina-vit-beindu-fyri-igor-kirillov
##med2##