Í morgun sigur russiska uttanríkisráðið, at viðurskiftini millum Russland og USA eru um at ríva, sum tikið verður til.
- Við atliti til veksandi spenningin við USA, meta vit, at tað ikki er vandaleyst hjá russiskum ríkisborgarum at ferðast til USA.
Russiska uttanríkisráðið mælir tískil russiskum ríkisborgarum frá at ferðast til USA, Kanada og einstøk ES-lond.
- Okkara ríkisborgarar verða jagstraðir av amerikanskum myndugleikum, leggur russiska uttanríkisráðið aftrat.
Hetta skriva útlendskir miðlar í morgun og millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi, er eitt nú www.dagbladet.no