Sandflogbóltur: Marjun og Hanna Elisabet tryggjaðu sær fimta plássið

Tað kravdi ein trísettara í dystinum um fimta plássið

Mynd: Jóhan á Mýrini

Føroyska U18-kvinnulandsliðið í sandflogbólti, ið Marjun á Mýrini og Hanna Elisabet Skylv Thomassen manna vann dystin um fimta plássið í CEV-SCA undankappingini í Andorra.

 

Tað gjørdist ein talan um ein trísettara móti Conway og Sivri, ið Marjun og Hanna Elisabet vunnu 2-1 eftir at hava verið aftanfyri 0-1 í settum. 

 

Settmunurin var 20-22, 21-15 og 15-6.

 

Sostatt gjørdust Marjun og Hanna Elisabet nummar fimm av sjey liðum í kappingini. 

 

 

 

Mynd: Jóhan á Mýrini