Sandoyingar, friðið Lítla Vatn og Stóra Vatn

Økið við Stóra Vatn og Lítla Vatn á Sandoynni er veruliga ein Guðs givin perla. Hetta økið hevur í stóran mun ligið órørt síðani seinastu ístíð tvs., í sløk 15.000 ár.

Umframt stóra náttúru vakurleikan við vátlendum, áum og lyngi so hevur økið eitt sera ríkt djóra og fuglalív og nógvan mógv har torv hevur verið skorið í øldur. Í vøtnunum eru góð síl og har hava mong hugnaligar løtur við tráðuni.

Kemur Suðuroyar tunnilin upp við Stóra Vatn, sum ráðgevarar hava teknað, so verður alt hetta økið oyðilagt fyri altíð.

Eg vil mæla Sandoyingum at heita á Umhvørvisstovuna at fyrireika friðing av hesum øki. Umhvørvisstovan hevur samband við UNESCO um at verja og friða føroyska partinum av heimsarvinum – og eg vil siga at Lítla og Stóra Vatn eiga at koma á henda friðingarlista ongantíð ov skjótt.

Fjallavatn vesturi i Vágum varð á sinni friðað tá ørvitis ætlan var at gera alt økið til eina vatnbyrging og eisini varð økið Millum Tjarnir við Eiði friðað móti vindmyllum, so tað ber til um vit taka lógvatøk saman at verja tað sindri av náttúru vit – enn – eiga!

 

Johan Mortensen

 

##med2##