Sanjay Shah fekk 12 ára fongsul fyri svik

Sanjay Shah kærir dómin uppá 12 ára fongsul. Hann vil verða frídømdur ella fáa linari dóm, sigur sakførarin hjá honum

Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Sanjay Shah er dømdur 12 ára fongsulsrevsing fyri milliarda svik framt móti danska ríkiskassanum. Dómurin varð sagdur í dag í Rættinum í Glostrup.

54 ára gamli bretin var í nissuhúgvu, tá hann kom inn í rættarsalinum stutt fyri klokkan 16. Men tað var ikki ein dómadagur í gávuhýri, sum tók ímóti honum.

Umframt fongsulsrevsingina varð Shah útvístur úr Danmark og frádømdur rættin at vera í nøkrum vinnuligum leiðslusambandi.

Eisini varð hald lagt hald á eina upphædd upp á meira enn sjey milliardir krónur. Nágreiniliga upphæddin er 7.220.184.697 krónur.

Sanjay Shah valdi at kæra dómin á staðnum. Hann vil verða frídømdur ella fáa linari dóm, sigur advokaturin Kåre Pihlmann.

Rætturin hevur mett, at Sanjay Shah hevði ein sera miðvísan leiklut í svikinum, sum drenaði danska ríkiskassan fyri milliardir av krónum, sigur dómarin Nanna Blach í sambandi við dómin.

- Rætturin hevur lagt dent á slag og umfang av brotsverkinum yvir umleið trý ár, hansara miðvísa og stýrandi leiklut í útinningini av brotsverkinum, sum varð væl lagt til rættis, sigur Nanna Blach.

 

##med2##

Sanjay Shah sniðgav og framdi eina fíggjarliga manøvru, har donsku skattamyndugleikarnir vórðu lumpaðir til at rinda út yvir níggju milliardir krónur til ein hóp av fyritøkum, sum Shah stýrdi.

Hann noktaði seg sekan og segði seg heilt einfalt hava nýtt eitt hol í lógini.

- Tað er mín sannføring, at skattalógirnar í nógvum londum eru fullar av slíkum, og tí eru túsundtals skattaadvokatar kring heimin, segði Shah, tá hann fekk seinasta orðið í september, áðrenn rætturin tók seg aftur fyri at atkvøða í málinum.

 

/Ritzau/

 

Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Umframt dómin hjá Sanjay Shah, er hald lagt á 7.220.184.697 krónur