Sáttmáli undirskrivaður um panthøll

Í dag er sáttmáli undirskrivaður millum IRF og MTV Byggivirkið um bygging av nýggjari panthøll í Sandavági

Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF, og Mortan Vang, stjóri í MTV Byggivirkið, skrivaðu undir sáttmálan

Staðsetingin av panthøllini er í Sandavági, og byggingin fer í gongd beinanvegin. Bygningurin verður gott 1.000 fermetrar og skal m.a. rúma skiljimaskinum, goymslu, móttøku og fyrisiting.

 

Tað er MTV Byggivirkið, sum er byggiharri, arkitektafyritøkan Henning Larsen hevur teknað bygningin, og PB Consult er høvuðsráðgevi.

 

Panthøllin skal standa klár tann 30. mars 2026, tá ið nýggja pantskipanin eftir ætlan verður sett í verk.  

 

##med2##

 

Fleiri partar varða av verkætlanini. Her standa forkvinnan í IRF, Gunvá við Keldu, og Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF, saman við umboðum frá MTV Byggivirkið, Henning Larsen arkitektum, PB Consult umframt nevndarlimum og leiðslu hjá IRF.

 

Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF, og Mortan Vang, stjóri í MTV Byggivirkið, skrivaðu undir sáttmálan