Týski samveldiskanslarin, javnaðarmaðurin Olaf Scholz, hevur biðið Samveldisdagin um at halda álitisatkvøðugreiðslu 16. desember - t.e. mánadagin komandi.
Atkvøðugreiðslan - sum Scholz væntandi fer at tapa, tí stjórn hansara ikki longur hevur meiriluta - skal slóða fyri einum týskum tjóðartingsvali 23. februar.
Scholz hevur longu avtalu við andstøðuna, at val verður 23. februar.
- Í einum fólkaræði eru tað veljararnir, sum seta kósina fyri framtíðar politikki, sigur Scholz á einum stuttum tíðindafundi.
- Á valinum skulu tey taka støðu til, hvussu tey vilja svara teimum stóru spurningunum, sum liggja fyri framman. Latið okkum fáa ta álitsatkvøðuna, so vit kunnu gera munandi íløgur í framtíð okkara sum eitt sterkt land, sigur hann.
Stjórnin hjá Olaf Scholz, kanslara, fall fyrst í november, eftir at Scholz koyrdi fíggjarmálaráðharran, Christian Lindner úr liberala flokkinum FDP, úr starvi.
Tað komst av langtíðar ósemjum um fíggjarlógina.
Síðani tá hevur politiska arbeiðið í Samveldistinginum í stóran mun ligið stilt.
Í dag mælir Scholz tingfólki til at samstarva fram til næsta val um at samtykkja tey lógaruppskot, sum eru løgd fram.
Hetta snýr seg millum annað um uppskot um at seta loft á elprísin og at hækka satsin fyri barnagjald.
- Tað snýr seg um nakrar fáar, men týdningarmiklar avgerðir, sum ikki kunnu bíða, sigur samveldiskanslarin.
Scholz er nú á odda fyri eini minnilutastjórn sum umframt hansara egna javnaðarflokk, SPD, fevnir um tey Grønu.
Sambært Reuters vísa veljarakanningar greitt, at konservativa samgongan millum CDU og CSU standa til at vinna valið.
Ein veljarakanning mánadagin gav CDU/CSU 31 prosent. Samstundis stóð høgravenda AfD við 18 prosentum, meðan SDP hjá Scholz stóð við 17 prosentum og tey grønu við 13 prosentum.
Týskland er ikki einasta stóra evropeiska landið við politiskum óstabiliteti í løtuni. Í farnu viku varð franski forsætisráðharrin, Michel Barnier, feldur í álitsatkvøðugreiðslu.
/Ritzau/dpa