Tað upplýsir Steve Drew, løgregluovasti, sambært CNN á tíðindafundi.
Hann greiðir frá, at »tað var ikki ein tilvildarligur skottilburður«.
Tann kvinnuligi lærarin, sum er í tríatiárunum, hevur fingið skaða, sum verður mettur at vera lívshóttandi.
Skottilburðurin var í einum flokshøli, og skúlin, sum eitur Richneck Elementary School, verður stongdur mánadagin.
Løgreglan er framvegis áhug aí at fáa at vita, hvaðani skotvápnið kom, og hvussu umstøðurnar annars vóru.
Tað verður mett, at umleið 44.000 doyðu í USA í fjør av skotvápnum.
/ritzau/
Abc Affiliate Wvec/Reuters/Ritzau Scanpix
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##