Semja um sáttmálarnar fyri Føroya Tele og Posta

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið undirskrivaðu tann 4. desember 2024, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri Føroya Tele og Posta.

Jórun Gardar úr Vinnuhúsinum og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum

Vinnuhúsið skrivar, at semja var um ein útreiðslukarm á 4,32% fyrra árið, og 3,87% seinna árið. Karmurin er á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini.

 

Sáttmálar og lønartalvur verða nú dagførd, og løgd á heimasíðu okkara skjótast gjørligt.

 

Jórun Gardar úr Vinnuhúsinum og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum