Shkupi fór í vetrarferiu við einum sigri

Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni hevur vunnið tveir dystir á rað

Annan dystin á rað eydnaðist tað liðfeløgunum hjá Jóan Símuni Edmundssyni at vinna í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini.

 

Jóan Símun var ikki við i hópinum, tá Shkupi fyrr í dag vann 1-0 (0-0) á Besa 1976 á útivølli.

 

Talan var um seinasta dystin undan vetrarsteðginum. Kappingin verður tikin upp aftur 16. februar.

 

Shkupi er nummar seks í deildini við 22 stigum. Nú hava teir níggju stig niður til niðurflytingarstrikuna.

 

Tó eru heili 15 stig upp til oddaliðið, Sileks sum saman við Shekendija og Rabotnicki hevur 37 stig.