Sílið svam seg til fult stigatal

5-mannafør gentur 14-16 ár: Sigurin var ógvuliga sannførandi ímóti Drekanum, sum Havnar Róðrarfelag eisini eigur

Tær hava verið ógvuliga sannførandi í alt summar, og soleiðis var tað eisini í dag. Blaðungu genturnar umborð á Sílinum løgdu seg beinanvegin á odda, og fram ímóti málinum var talan um uppvísningsróður.

 

Sílið var fleiri bátslongdir undan hinum bátunum, og sigurin var tann mest sannførandi higartil í dag.

 

Ørnin úr Sandavági hevur verið næstdrúgvasti bátur í summar, og tað endaði við, at Ørnin vann silvur í FM kappingini. Í dag kappaðist Ørnin við Drekan um næstfremsta plássið, og ta kappingina vann Drekin, sum akkurát var undan Ørnini á mál.

 

##med2##

 

##med3##

 

úrslit/rsf.fo