Best lønta barna-og ungdómsarbeiði í Noregi er at skera lippur í toskavertíðini í Norðurnoregi. Børn og ung, sum skera, kunnu tjena upp í 1200 norskar krónur um tíman, og tey kunnu soleiðis tjena nógvar túsund krónur í vetrarferiuni og í toskavertíðini annars.
- Hetta er avgjørt best lønta ungdómsarbeiði í Noregi, sigur økisstjórin í fyritøkuni NHO Nordland, Ole Hjartøy.
9 ára gamla, Anne-Lise Rokkan úr Ballstad, er ikki heilt sum onnur børn í hennara aldri. Longu í februar, tá toskafiskiskapurin í Lofoten er í gongd, arbeiðir hon annan hvønn seinnapart hjá Ballstad Fisk, og her hongur hon í heilt fram til páskirnar.
Hesa tíðina koma fleiri túsund tons av toski upp á land í Lofoten og Vesterålen, og bara í eina viku herfyri avreiddu útróðrarmenn heili 11.200 tons av toski í økinum.
Tey, sum eru nakað eldri og royndari enn Anne-Lise Rokkan, kunnu tjena rættiliga nógvan pening, og bara í sjálvari vetrarferiuni kunnu skúlanæmingar tjena einar 40.000 norskar krónur.
Ein teirra er 13 ára gamla, Frida Solem, sum sker toskalippur í Henningsvær. Hetta er fimmta árið, at hon er við í hesum virksemi. Hon sigur, at hon hevur eina inntøku á 1200 norskar krónur um tíman.
- Tað mesta skal goymast, men eitt sindur verður brúkt í vetrarferiuni, sigur Frida Solem við NRK. Hon hevur drúgvar royndir í at skera lippur, og hon er skjót við hvassa knívinum og píkinum, sum hon stingur gjøgnum lippurnar.
Stóribeiggi hennara, Aron Solem, hevur eisini langar dagar á bryggjuni í Henningsvær, men honum dámar eisini væl hetta arbeiði. - Hetta er eitt veldugt arbeiði. Men, nakrar krónur fara til orkudrykkir, sigur hann.
At skera toskalippur hevur eina langa traditión í Lofoten og Vesterålen, og hesi børn og ungdómar tjena ikki bara góðar pengar. Tey fáa eisini nakrar týdningarmiklar arbeiðsroyndir.
- Tað er virðismikil læra, at hart arbeiði gevur pengar, sigur økistjórin hjá NHO Nordland, Ole Hjartøy, við NRK.
Systrarnar, Lone og Julie Wallmann úr Meløy, skera eisini lippur í vetrarferiuni. Tær eru í økinum saman við pápa sínum, sum er útróðrarmaður og fiskar um hesar leiðir í vertíðini. Meðan pápin rør út, skera tær lippur, og um tær dríva á, kunnu tær tjena einar 40.000 norskar krónur í vetrarferiuni.
Meginparturin av lippunum, sum verða skornar í vertíðini í Norðurnoregi, fara til Spania, men keyparalond eru eisini Ongland, Frakland, Týskland, Svøríki og Danmark.