Tað var í Mardyck-flóttafólkaleguni í Loon-Plage uttanfyri Dunkerque, at skjótingin fór fram, sigur franska løgreglan

Skeyt og drap fýra fólk í franskari flóttafólkalegu

Sambært La Voix du Nord er ikki greitt, hvor orsøkin er til, at hin skuldsetti fór at skjóta eftir fólki

 

Tað var í Mardyck-flóttafólkaleguni í Loon-Plage uttanfyri Dunkerque, at skjótingin fór fram, sigur franska løgreglan

Fleiri útlendskir miðlar skriva um hendingina, sum fór fram heilt har norðuri í Fraklandi millum klokkan 16 og 16.30, lokala tíð í dag.

 

Millum tey deyðu vóru tveir trygdarvørðar og tveir tilflytarar.

 

Eftir hendingina var nógv løgregla á staðnum, og sambært fronskum miðlum vóru eisini deildir hjá herinum við flóttafólkaleguna.

 

Ein persónur er undir illgruna fyri skjótingina. Hann yvirgav seg á løgreglustøðini í Ghyvelde, vita franskir miðlar at siga.

 

Sagt verður eisini, at hin skuldsetti eisini skal hava dripið ein mann í býnum, Wormhout, fyrr í dag, og flýddi síðan av staðnum.

 

Sambært La Voix du Nord er ikki greitt, hvor orsøkin er til, at hin skuldsetti fór at skjóta eftir fólki.

 

 

 

Tað var í Mardyck-flóttafólkaleguni í Loon-Plage uttanfyri Dunkerque, at skjótingin fór fram, sigur franska løgreglan