Beint eftir klokkan 13 í dag eydnaðist tað at fáa partrolaran, Skoraberg, leysan úr landi á Kalsoynni.
Tað var í nátt, at skipið sigldi á land eystantil á oynni, nakað sunnanfyri Syðradal, tá teir vóru á veg heimaftur av túri.
Í dag hevur verið bíðað eftir flóð, og nú Brimil setti á skipið, eydnaðist tað at fáa Skoraberg av aftur í øllum góðum.
In.fo skilir, at tá Brimil togaði, hevði Ziska eisini ein enda á skipinum - um tað skuldi hent, at Skoraberg fekk ov nógva ferð, tá hann kom aftur.
- Skoraberg er nú komin til Klaksvíkar, har hann liggur við bryggju, og vit halda ikki, at hol er á skrokkinum, verður sagt av Brimli.
Um middagsleitið segði skiparin á Brimli, Elias Zachariassen, at Skoraberg stóð rættiliga fastur framman, men at aftara hálvan av skipinum var leys.
Tað var djúpt niðurfyri aftanfyri Skoraberg, og tískil vóru útlitini at fáa skipið av aftur í øllum góðum, eisini rímiliga góð.
Og her spældi alt tíbetur væl av.
Nú skulu so avhoyringar gerast, sum skulu staðfesta, hví skipið fór á land á Kalsoynni í nátt - á veg aftur av túri við umleið 75 tonsum av upsa.
Viðheftu mynd (omanfyri) eigur Olivur Joensen.
##med2##