SMS: Stórsigrar til Kyndil, H71 og VÍF

Kyndil hevur framvegis fult stigatal

Tríggir dystir eru í dag leiktir í SMS-deildini, og í øllum trimum førunum gjørdist talan um greiðar sigrar.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil heili 42-20 á EB. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 22-11.

 

Nú fyrrverandi landsliðsleikarin, Turið Arge Samuelsen var enn eina ferð stórskjútti hjá Kyndli. Í dag skoraði Turið 13 mál. Silja Geirsdóttir Eystberg var toppskjútti hjá EB við seks málum.

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík vann H71 greitt 34-24 á Stjørnuni. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 18-10.

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF 30-21 á Neistanum. Í steðginum var VÍF á odda 15-12. Tá 14 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 7-7, men eftir tað dróg VÍF frá Neistanum. Tá 44 minuttir vóru leiktir var VÍF á odda við bert tveimum málum, 19-17. Men tá fór VÍF frá einari 19-17 leiðslu til eina 23-17 leiðslu. Seinastu níggju minuttirnar skoraði Neistin bert eitt mál.

 

Komandi sunnudag vera tríggir dystir leiktir klokkan 14. Teir eru: StÍF-VÍF, Neistin-Stjørnan og oddadystur H71-Kyndil. Klokkan 14.30 sama dag spæla VB og EB suðuri í Vági.

 

HER eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá dystunum sigrunum hjá Kyndli, H71 og VÍF:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1035820215620
H7193132338016
VÍF92881909816
Neistin10251255-49
StÍF8167210-436
EB10237332-953
VB9212309-972
Stjørnan9210305-952