SMS: VÍF vann stórsigur á VB

VÍF er triðfremst í SMS-deildini

Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við 11 málum

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.

 

Suðuri í Vágshøll vann VÍF stórsigur 34-18 á VB. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 17-7. Tað leikaði javnt á fyrstu fimm minuttirnar, men eftir tað legði VÍF seg greitt á odda.

 

Krista Mohr Leo var toppskjútti hjá VB við seks málum. Fríða Nolsøe Olsen (myndin) var toppskjútti hjá VÍF við 11 málum.

 

Sunnudagin klokkan 14 tekur VÍF móti VB á heimavølli í Vestmanna. Somu klokkutíð spæla Kyndil og EB í høllini á Hálsi í Havn. Klokkan 15 sunnudagin byrjar dysturin í KÍ-høllini millum Stjørnuna og H71.

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum VB og VÍF:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil931618213418
H7182792097014
VÍF82581698914
Neistin923022559
StÍF8167210-436
EB9217290-733
VB9212309-972
Stjørnan8186271-852

Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við 11 málum