Avbjóðingarnar hópa seg so við og við hjá amerikanska elbilaframleiðaranum Tesla, sum seinastu tíðina hevur noyðst at síggja søluna falla á evropeiska marknaðinum.
Hetta er eisini galdandi fyri danska dótturfelagið, Tesla Motors Danmark ApS.
Umsetningurin hjá danska felagnum fall í fjør niður í 5,3 milliardir krónur, og tað eru 2,8 milliardir krónur minni enn árið fyri, tá umsetningurin var 8,1 milliardir krónur.
Tað vísir ársroknskapurin hjá felagnum fyri 2024, sambært Børsen.
Sum nú er væntar felagið ikki at venda gongdini í ár. Tesla væntar sjálvt, at tað fer at levera millum 10 og 15 prosent færri bilar til Danmarkar í 2025, stendur í roknskapinum.
Sølan av nýggjum Tesla-bilum í Danmark í 2025 hevur heldur ikki fylgt sama støði sum undanfarin ár. Tað vísa útrokningar hjá Mobilitet Danmark við støði í tølum frá Bilstatistik.dk.
Sølan av nýggjum Tesla bilum í Danmark var meira enn helvtina í fyrsta ársfjórðingi í mun til sama tíðarskeið í 2024.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar av árinum vóru 1549 nýggir Tesla-bilar skrásettir í hesum landinum í mun til 3556 av slagnum í fjør.
Í mai sníkti Model Y hjá Tesla seg aftur í topp tíggju av yndis persónbilunum hjá dønum.
Her vóru tilsamans um 18.000 nýggir persónbilar skrásettir í Danmark, harav 674 av teimum vóru Model Y hjá Tesla.
Í apríl varð Tesla annars kroyst út av teimum tíggju fremstu og var, við 180 skrásettum bilum, bert 19. mest selda bilmerkið í Danmark.
Men sjálvt um Tesla enn einaferð er millum teir tíggju fremstu av bilakeyparum, so er onkur vegur at ganga áðrenn ráðandi støðuna, sum Tesla áður hevði á bilamarknaðinum.
Í 2024 var Model Y hjá Tesla nógv tann mest seldi bilurin í Danmark. Harumframt var Model 3 hjá felagnum fjórði mest seldi bilurin.
Í mai í ár vóru flest bilar av slagnum Skoda Elroq skrásettir í Danmark. Soleiðis var eisini í apríl.
Í 2025 hevur nógv fokus verið á stjóran í Tesla, Elon Musk. Hann brast út á politiska pallin í USA og fekk ein stóran leiklut í stjórnini hjá Donald Trump forseta.
So seint sum í gjárvar aftur fokus á bæði Musk og Trump hjá Tesla, eftir at teir báðir byrjaðu eitt orðastríð, har teir kritiseraðu hvønn annan.
Eftir hetta fall partabrævakursurin hjá Tesla í gjár við næstan 14,3 prosentum, eftir at virðisbrævamarknaðurin stongdi.
Hetta førdi til eina minking í marknaðarvirðinum hjá Tesla uppá 150 milliardir dollarar - 977 milliardir krónur.
/Ritzau/