Spælari við royndum í superliguni fer at spæla við 07 Vestur

22 ára gamli Casper Gedsted, sum er bakkur, fer í 2025 at spæla við 07 Vestur

07 Vestur skrivar soleiðis í kvøld:

 

07 Vestur gjørt sáttmála við ungan bakk

 

Vit hava í dag gjørt avtalu við evnaríka danan Casper Gedsted. Casper er 22 ára gamal og spælir sum høgri bakkur.

 

Casper bleiv tikin inn í ungdómsdeildina hjá AaB sum 13 ára gamal. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri AaB í Superliguni í mars 2022. Hann hevur síðani spælt 7 dystir í superliga fyri AaB og 21 dystir fyri HB Køge í næstbestu og triðbestu deildini í Danmark. Hann var eitt tíðarskeið úti vegna skaða, men hann er komin væl fyri seg aftur. Hann hevur eisini umboðað donsku U16 og U17 landsliðini.

 

Casper hevur gjørt 1 ára sáttmála við 07 Vestur. Vit ynskja honum hjartaliga vælkomnum.