Landaplagur anno 2000 koma til Føroya leygarkvøldið. Øll sum hava gingið i diskotek Eclipse ella aðrastaðini fyrst i 2000 munnu kenna sponsku damunar Las Ketchup.
Las Ketchup hittaði fyrst i 2000 við sanginum Ketchup song og hava spælt runt alla verðina við hesum hittinum.
Nu koma tær so til Føroya og verður tað til Eclipse Millenniumkvøldið leygarkvøldið i Luux.
Ketchup song er sum single seld í yvir 7 milliónir eintøkum kring heimin. Fyrsta útgávan hjá bólkinum, Hijas del Tomate er seld í 12 milliónum eintøkum kring knøttin. Bólkurin hevur ikki verið virikin við útgávum síðani 2006, men hevur ferðast í Spania, og annars kring allan heim, og ferðast framvegis, og leygarkvøldið eru tær í føroyska høvuðsstaðnum.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra Las Ketchup.