Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum í svari til fyrispurning frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, sum hevur reist ein grein 52a fyrispruning um málið.
Føroyska Miðlafólk hava við jøvnum millumbilum seinastu næstan 30 árini roynt at fingið samráðingarrættin fyri limir felagsins, sum starvast í Kringvarpi Føroya. Tað hevur higartil ikki eydnast, og einki bendir á, at tað fer at eydnast hesaferð heldur.
Føroysk Miðlafólk hava samráðingarrættin fyri limir sínar, sum starvast hjá privatu miðlunum í Føroyum. Føroysk Miðlafólk nevndist á Føroya Blaðmannafelag.
Fyrispurningurin frá Liljuni Weihe til Ruth Vang var soljóðandi:
1. Hví sleppa Føroysk Miðlafólk ikki at samráðast við Fíggjarmálaráðið?
2. Hvussu skulu Føroysk Miðlafólk verja limir sínar á almenna arbeiðsmarknaðinum og virka fyri teirra áhugamálum, um tey ikki sleppa til samráðingarborðið?
3. Hvat skal til fyri, at Føroysk Miðlafólk verða sáttmálapartur?
Ruth Vang sigur í svarinum til fyrsta spurningin, at Fíggjarmálaráðið ynskir ikki at gera paralellsáttmálar á økjum, har sáttmálar longur eru. Við at avmarka seg til ein sáttmála fyri hvørt fakøkið kann Fíggjarmálaráðið betri tryggja greidleika í umsiting av sáttmálunum.
– Tað sama er galdandi í sambandi við samráðingar, har paralellsáttmálar eisini kunnu viðføra óneyðugar avbjóðingar. Rættarstøðan á økinum vísir eisini, at arbeiðsgevarin ikki hevur skyldu at gera sáttmála við eitt fakfelag fyri eitt øki, har sáttmáli longu er galdandi, sigur hon.
– Tað er greitt, at flestu starvsfólkini í Kringvarpinum eru limir í Starvsfelaginum. Í mai 2024 vóru 76 starvsfólk í føstum starvi, sum vóru lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsfelagnum. Av hesum vóru 48 limir (63%) í Starvsfelagnum og 16 limir (21%) í Føroysk Miðlafólk. Harumframt vóru 12 starvsfólk (16%), hvørs limaskapur var ókendur.
Í svari til annan spurning sigur landsstýriskvinna, at Starvsfelagið hevur saman við Fíggjarmálaráðnum ábyrgdina av at røkja áhugamálini á sáttmálaøkinum.
– Viðurskiftini hjá limunum hjá Føroysk Miðlafólk eru sostatt skipað í sáttmála, sum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið varða av.
– Eftir áheitan frá Føroyskum Miðlafólkum um mál, ið felagið metir eigur at verða viðgjørt, ger Fíggjarmálaráðið eina ítøkiliga meting av, um málið eigur at verða reist og viðger hetta saman við Starvsfelagnum, sigur landsstýriskvinna.
Og í svarinum til triðja spurningin vísir Ruth Vang á, at tað grundleggjandi er tað ein samráðingarspurningur, um eitt felag kann fáa samráðingarrætt á einum øki, har sáttmáli longu er galdandi.
– Um Føroysk Miðlafólk fer at umboða meginpartin av starvsfólkunum í Kringvarpinum ella semja verður millum Føroysk Miðlafólk og Starvsfelagið um markamót fyri starvsbólkin, so er hetta ein nýggja støða, sum Fíggjarmálaráðið viðger, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarálum í svarinum til fyrispurningin frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu.