Stjarnan vann greitt á vestmannaoyingum

Liðið hjá Jóhannes Bjørgvin er nú nummar seks í deildini

Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti ÍBV.

 

Stjarnan vann ein greiðan 33-26 sigur. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-14.

 

Jóhannes skoraði trý mál fyri Stjörnuna.

 

Stjarnan er nú nummar seks í deildini við 13 stigum fyri 13 dystir.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 verður føroyingauppgerð í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík. Tá tekur liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi, Valur móti Stjörnuni.

 

Eftir tað verður vetrar og HM-steðgur fram til 4. februar.