Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í dag, at Russland hevur sent 93 rakettir og 200 dronur móti orkuverkum í Ukraina.
Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga fyrrapartin.
Sambært forsetanum er álopið millum tey størstu, sum Russland hevur framt á streymveitingina í Ukraina.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at friður í Ukraina bara kann røkkast við styrki, og at Vladimir Putin ikki verður steðgaður við orðum.